Landsbankin: Rating fyritøkan Moody’s vitjaði í Føroyum í juni og fríggjakvøldið gjørdi Moody’s greitt, at tey hækka føroysku ratingina frá Aa3 við støðugum útlitum upp í Aa2 við støðugum útlitum.
Føroyar hevur við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody’s, sum hevur 23 stig.
Dømi um onnur lond við rating Aa2 eru Frakland og Bretland.
Høvuðsorsøkin til betraða kredittvirðið er, at fíggjarligi váðin í sambandi við Eysturoyartunnilin er næstan burtur. Seinasta skotið var latið av í juni, og tá var sonevndi bygningsváðin hjá landinum burtur.
Harafturat eru fíggjarlig og búskaparlig lyklatøl fyri Føroyar betri enn frammanundan væntað.
Les alt tíðindaskrivið frá Moody’s her.
Facebook viðmerkingar