Avleiðingarnar av rúsevnismisnýtslu kenna vit, og tað má sjálvandi takast hond um tey, ið hava hjálp fyri neyðini. Men her má eisini umfatandi fyribyrging til.
Tað er skelkandi og syrgiligt at hoyra, at nýtslan av rúsevnum er vaksandi millum ungdómin í Føroyum. At rúsevni floyma inn í land okkara er eitt álvarsmál, ið allir politikarar eiga at taka lógvatak um og hjálpa til við at steðga í stundini.
Leiðarin á Viðgerðarheiminum á Eiði rópti fyrr í ár varskó, og nú varsla bæði tollvaldið og løgreglan um vanlukkuligu støðuna, partur av okkara ungdómi er ella kann koma í orsakað av, at tað er vorðið lættari hjá teimum at fáa hendur á rúsevnum.
Tað kann ikki bera til, at eitt framkomið land við ongum landamørkum og sera avmarkaðum innkomumøguleikum skal vera so afturútsiglt á eftirlitsøkinum. Tí mugu vit heldur í dag, enn í morgin, játta tað, ið skal til fyri, at avvarðandi myndugleikar á økinum skulu kunna gera sítt arbeiði til fulnar.
Tollvaldið hevur 2 servandar hundar, men tey vísa á, at hetta er alt ov lítið til, at tey kunnu gera nøktandi kanningar. Tað sigur seg sjálvt, at um Norrøna kemur samstundis, sum flogfør lenda og eitt fiski- ella farmaskip leggur at onkra aðrastaðni í Føroyum, so hevur onkur frítt at fara. Krevst fleiri starvsfólk og fleiri hundar, skal tað fremjast.
Við at skerpa eftirlitið kunnu vit fyribyrgja, at enn fleiri fáa rúsevnistrupulleikar.
Nokk er nokk!
Alvi Mortensen
valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin
Facebook viðmerkingar