Nú summarfrítíðin er av, er venjingin á Fótbóltsakademinum eisini byrjað aftur. Á Fótbóltsakademinum eru umleið 30 leikarar – dreingir og gentur – sum koma frá Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, Vágs Skúla og Miðnámsskúlanum í Suðuroy. Leikararnir á Miðnámsskúlanum í Suðuroy eru partir av úrvalstilboðnum hjá Fótbóltsambandi Føroya, sum í Suðuroynni verður skipað av Fótbóltsakademi Føroya.
Fótbóltsakademiið hevur venjingar hvønn dag og eru venjingar fyrrapart og tíðliga seinnapart. Fyrstu venjingarnar hava verið hesa vikuna, niðanfyri eru filmsbrot frá einari av venjingunum.
Facebook viðmerkingar