U15 landsliðið hjá gentum her í hesum døgum í Baltic Cup, har Føroyar skal spæla ímóti Estlandi, Letlandi og Litava. Í dag er dystur ímóti Estlandi (dysturin byrjaði kl. 11 FØ-tíð) og við frá byrjan eru Halla E. Joensen og Agatha K. Djurhuus.
Dysturin ímóti Estlandi er liðugur og taptu føroysku genturnar 0-1.
U15 genturnar spældu í gjár ímóti Litava, tann dysturin endaði við javnleiki 2-2. Jóhanna F. Sørensen og Marita Magnadóttir skoraðu fyri Føroyar.
Facebook viðmerkingar