Eldradagur í SALT

Í dag hevur Landsfelags Pensjónista eldradag í SALT. Umleið 320 fólk møttu til morgunmat í SALT í morgun og er skrá løgd fyri allan dagin, sum eisini fevnir um gongutúr við Stórá og í Valinum.

Ingeborg Vinther, bjóðaði vælkomin, og síðani fekk Marner Lisberg orðið og uppgávuna at verða orðstýrari á degnum.

Umframt sang og røður í morgun, so greiddi Mortan Johannesen eisini frá, tá hann fyri 65 árum síðani fyrstu ferð var eftir salti í SALT-siloini á Drelnesi – í somu kørum, sum í dag er stórsligið mentunarhús.

Eftir døgurða fer Daimi Kjærbo í Hørg at greiða frá eldraøkinum í Suðuroy. Alfred Olsen, nevndarlimur í Landsfelag Pensjónista, fer at greiða frá um pensjónir.

Hans í Líðini verður gestarøðari og Tróndur Enni og Lív Næs fara eisini at spæla og syngja seinnapartin.

Tiltakið endar seint seinnapartin, tá Beata L. Samuelsen, forkvinna í Landsfelag Pensjónista ber fram heilsu, og síðani endar Jens Johannesen dagin.

Facebook viðmerkingar