Seinnapartin var AB á vitjan á Eiðinum og var hetta fyri FC Suðuroy ein sera týðandi dystur, sum skuldi vinnast, um FC Suðuroy skuldi hava nakran møguleika at flyta upp í 1. deild.
FC Suðuroy-leikararnir spældu í dag við svørtum bindi um armin og dysturin byrjaði eisini við tøgn í 1 minutt – hetta til minnis um Eyðun Kjærbo.
Fyrri hálvleikur var javnur og gekk í stóran mun fyri seg millum báðar 16-metrarnar. Hvørki av liðnum megnaðu at skapa nakrar rættiligir málmøguleikar og áttu kanska hvør sína hálvu av fyrra hálvleiki – FC Suðuroy fyrru helvt og AB seinnu helvt.
Seinni hálvleikur gjørdist meiri lívligur. AB byrjaði betur og fáar minuttir inn í seinna hálvleik legði AB seg á odda 1-0. FC Suðuroy royndi eftir hetta at stríðast fyri at vinna seg inn aftur í dystin.
FC Suðuroy fekk um eftir eini 20 minuttir fríspark, sum Heri Kjærbo setti í málið til 1-1.
FC Suðuroy helt áfram at stríðast, men AB megnaði eisini at koma inn aftur í dystin og vóru AB’ararnir fleiri ferðir framvið FC Suðuroy málinum og kundu lagt seg á odda. Men Boas í FC Suðuroy málinum hevði fleiri góðar bjargingar.
Dysturin var hesa løtuna merktur av, at liðini bæði stríddust fyri at vinna. Nógv fríspark vóru og fleiri gul kort – og ein AB’ari fekk eisini tvey gul kort í somu støðu, tá hann eftir gult kort brúkti munn ímóti dómaranum. AB spældi sostatt seinastu 5-7 min. við 10 monnum.
FC Suðuroy stríddist til tað síðst fyri at fáa eitt mál afturat. Og tá vanliga leiktíðin var farin fekk FC Suðuroy aftur fríspark uttan fyri brotsteigin. Heri Kjærbo tók aftur og aftur sat bólturin í netinum til 2-1. Hetta gjørdist eisini endaliga støðan á dystinum og FC Suðuroy vann trý týdningarmikil stig í oddastríðnum í 2. deild.
FC Suðuroy hevur nú 19 stig og hevur spælt 11 dystir. FC Hoyvík er á odda í 2. deild við 36 stigum, AB hevur á 2. plássi 28 stig (AB hevur spælt 12 dystir). FC Suðuroy er á 3. plássi við 19 stigum.
Kelda: www.fcsuduroy.com
Facebook viðmerkingar