Vit skulu hava vinir, ikki eigarar

Og vinir mugu vera í sambandi! Vit mugu hava ferðasamband við strandatjóðirnar kring okkum. Skotland og Stóra Bretland eru púra uppløgd lond at hava sjóvegis samband við. Og lat meg siga beinavegin, at tað er ikki vist, at marknaðarmekanisman er besta amboðið her. Høvuðsendamálið við farleiðini kann ikki vera, at tann sum røkir rutuna, Smyril Line, Strandfarðaskip Landsins, ella annar, fær yvirskot. Strategiski týdningurin fyri Føroyar er nógv størri enn so.

EIN STÓRUR GRANNI
Tað er púra vist skilagott at vera knýtt at einum búskapi við 60 mió. íbúgvum, sum liggur so nær við. Vinnulig sambond kunnu knýtast, men eisini størri víðskygni til lesandi, – ja, til øll, – verður skapt við breiðum gøtum út í heim. Føroyskir myndugleikar eiga at fara í nærri samskifti við grannarnar at kanna samstarvsmøguleikar – joint ventures ella aðrar loysnir har øll toga saman.

SO NÆR
Hetta er ein íløga í framtíðina, at byggja land, og tað tekur tíð, áðrenn vit kunnu máta úrslitini. Men vit, sum hava lagt so nógv fyri fyri at knýta okkara egnu oyggjar og bygdir saman, eiga at duga at síggja, at sjálvandi skulu vit hava gott samband við øll londini kring okkum. Og upplagt at byrja við størsta grannanum, sum einans er 200 fjórðingar burturi.

Heini Hátún
valevni fyri Tjóðveldi

Ferjusambandið hjá hetlendingum við meginlandið eru tvær ferjur, sum sigla hvørja nátt. Ein úr Lerwick og ein úr Aberdeen. Tær fara um nátturðatíð og eru frammi morgunin eftir.
Strandferðslan hevði eina tíð Smyril siglandi millum Føroyar og Skotland. Myndina eigur SSL – hon er tikin í Aberdeen í 1993.

Facebook viðmerkingar