Øll minnast vit lagnudagin 9.juni í 2017, tá eldur var í Varðanum Pelagic.
Aftur nú hava vit eitt dømið, um hvussu týdningarmikið tað er at hava eitt sterkt felag, tá ið tað umræður fiskivinnuna. Um nakar, so haldi eg at vit í útjaðaranum kenna sviðan av, tá ið fiskivinnan hevur tað trupult.
Tí kunnu vit gleðast um, at sjálvt um eitt felag sum Varðin, aftur nú fær ein frammaná, nú Tróndur í Gøtu skal liggja mesta av einum árið, megnar felagið at kempa seg víðari.
Vinnulívið, sum vit øll, so ella so, liva av, má hava fastar og tryggar karmar. Í løtuni er høvuðsvinna okkara í einari bíðistøðu. Sjálvt útróðrarflotin hevur ligið svínabundin. Framtíðin er ótrygg, óskil valdar, fyri at siga sum er. Hettar má fáast aftur á beint, ongantíð ov skjótt.
Vit mugu ikki gloyma at fiskurin hevur stert, og skjótt er, at minni kann vera at fáa. Tí er týdningarmikið, at fyritøkurnar eru væl fyri, og kunnu standa ímóti verri tíðum og bakkøstum.
Hesum fari eg at arbeiða fyri, skuldi eg verið valdur.
Frits Strøm, valevni hjá Fólkaflokkinum.
Facebook viðmerkingar