Kirvi er kent á føroyska marknaðinum við serstaka vatninum úr Sumbiarfjøllunum – framleiðslan fevnir bæði kølaraloysnir til vinnuna og smærri fløskur til einstaklingin.
Framleiðslan av vatndunkunum hevur alla tíðina verið í Lopra, meðan vatnið er blivið sent til Danmarkar at lata á smáar fløskur. Ætlanin hevur tó alla tíðina verið at fáa egna framleiðslu í Suðuroynni. Eftir 4 ár er framleiðslan nú flutt heim til Føroya, so at framleiðslan øll nú er føroysk.
Kirvi byrjaði sítt virksemi í 2012. Fyrstu árini veitti fyritøkan bert kølaraloysnir til fyritøkur og stovnar. Í 2015 kom Kirvi fyrstu ferð á marknaðin við smáum fløskum – móttøkan var sera góð, og tað hevur síðani ment seg til fleiri ymiskar smakkir. Nú vit skriva august 2019 stendur stóra framleiðsluverkætlanin klár í Lopra.
“Framleiðsluhátturin, við at flyta vatnið til Danmarkar, var hvørki ein burðardygg ella føroysk loysn, men heldur ein fyribils loysn”, sigur Hallur Augustinussen, stjóri og ein av stovnarunum av Kirvi.
“Hetta er ein sera spennandi avbjóðing. Egin framleiðsla í Føroyum hevur altíð verið málið, so hettar kennist ótrúliga gott”, leggur Hallur afturat.
Sambært Halli er hetta ein minnisvarði fyri Kirvi, við tað, at nýggja framleiðslan í Lopra letur hurðar upp fyri heilt nýggjum møguleikum. “Hetta letur heilt vist upp fyri nýggjum møguleikum hjá okkum. Kirvi er jú fantastiskt vatn. Við egnari framleiðslu kunnu vit nú ikki einans veita Kirvi til føroya fólk, men eisini til marknaðir uttanfyri landoddarnar.”
Tað fyrsta, sum kemur í handlarnar er vanliga vatnið, og síðani verið farið undir at framleiða tær sera væl umtóktu við smakki og brúsi.
Facebook viðmerkingar