Suðuroyarleiðin

Vísandi til grein mína tann 16. august 2019, “Suðuroy, tú mundi doyð”, sum varð løgd út á facebook, og sum eg vísi til her, havi eg hug at koma meira inn á suðuroyarleiðina, sum flest øllum kunnugt als ikki hevur fylgt við gongdini ella ferðini í landinum.

Sum eg nevndi í greinini, so er tað ikki nøktandi, at Smyril ein stóran part av árinum í ár hevur brúkt væl longri tíð um teinin um enn vanligt og tískil ikki klárar at halda ferðaætlanina. Hetta førir við sær, at suðuroyingar og onnur ferðandi koma ov seint til avtalur og ørindi, og tað kunnu vit ikki góðtaka, nú vit skriva 2019.

Eg havi roynt at spurt meg fyri um, hví tað tekur so langa tíð at sigla um suðuroyarfjørð, men eg havi ikki fingið orsøkina at vita. Møguliga er tað slit. Um so er eigur hesin trupulleikin at verða loystur við, at Smyril fer í dokk í næsta mánaða. Er orsøkin ein onnur – til dømis um spart verður uppá brennievni, sum onkur vil vera við – so má játtanin hækka. Men so leingi, eingin kemur út við orsøkini, verður tað bara til gitingar.

Eitt sum ger, at fráferðin hjá Smyrli er seinkað er av- og áskipan av farmi. Her kundi ein møguleiki verið at leiga eitt ro ro skip, ið kundi flutt farmin. Møguleiki hevði eisini verið fyri at siglt um náttina, um tað lá betri fyri. Hetta skipið kundi eisini havt aðrar uppgávur kring oyggjarnar og/ella siglt farm til Skotlands. Tað sigur seg sjálvt, at tað hevði kostað landinum pengar, men vit eru 10% av íbúgvunum, og tað verður sanniliga framleitt og útflutt nógv í Suðuroynni, so tað má vera uppá sítt pláss, at okkara tørvur á samferðsluøkinum eisini verður nøktaður. Í miðstaðarøkinum kunnu tey um stutta tíð velja at ferðast undir sjóvnum, tá óveður er og eftir oyggj, tá ið sólin skínur.

Smyril skal fyrst og fremst sigla eftir tørvinum hjá teimum, ið nýta hann. Eg veit, at SSL roynir at nøkta hendan tørvin, men samstarvið millum Atlantic Airways og SSL er ikki nóg gott. Tað eigur at vera møguligt hjá báðum pørtum at leggja seg meira eftir at samskipa ferðsluna betur.

Og so eitt hjartasuff:
Hvørja ferð, eg lendi við Atlantic Airways í Vágunum, frøðir tað meg at hoyra flogternuna siga “Góðu ferðafólk, vælkomin heim”. Men eru vit veruliga komin heim? Tá ið man keypir ferðaseðil, roynir man at leggja tað soleiðis til rættis, at man klárar suður við Smyrli sama dag. Tíverri kemur tað meira enn so fyri, at flogferðin er seinkað, og at man tískil noyðist at liggja nátt yvir norðanfjørðs. Tað kann vera kostnaðarmikið, serliga, um man er ein familja við fleiri børnum. Men ikki bara tað: flýgur man heim seint eitt mánakvøld ella tórskvøld og ikki náar Smyril, er man ikki heima, fyrr enn í fyrsta lagi kl. 15 dagin eftir. Tað vil siga, at man eisini missir ein arbeiðsdag. Hví kann Tyrlan ikki setast inn, so suðuroyingar hava møguleikan at flúgva suður sama kvøld, um teir ynskja tað?

Farstøðin á Krambatanga
Farstøðin á Krambatanga, ið ongin vil vita av, er eisini eitt kapittul fyri seg. Har standa vanliga ferðafólk og hyggja inn gjøgnum rútarnar við vón um at sleppa framat einum WC ella bara fyri at fáa sær hita og skjól, tá ið veðrið leikar í. Hví farstøðin ikki kann latast upp, tá Smyril fer norður á morgni og latast aftur eftir seinasta túr á kvøldi, er óskiljandi. Eg gjørdi sjálvur eina roynd at fáa loyst knútin tað árið, eg var formaður í Vinnu- og havnanevndini í Tvøroyrar Kommunu. Ringdi fyrst til SSL, ið vísti til Landsverk, sum vísti mær víðari til Samferðslumálaráðharran. Hann lovaði at taka sær av málinum, men higartil er alt við sama lag. Vit bjóða okkum fram til ferðavinnu, men enn standa ferðafólk og krossa beinini og bíða, til Smyril leggur at. Hetta má endurskoðast.

Vit kunnu heldur ikki góðtaka, at kafeteria ikki er opið allan túrin. Eg rokni ikki við, at tað skal so nógv til fyri at fáa hesa tænastuna at koyra, sum hon skal.

Eg sigi ikki, at hetta eru tær røttu loysninar. Tað er eisini umráðandi at lurta eftir øðrum, ið hava góð hugskot soleiðis, at vit í felag kundu funnið bestu loysnina á samferðslutrupulleikunum.

Alvi Mortensen,
valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

Facebook viðmerkingar