Hjálparfólk til kantinuna á Miðnámsskúlanum í Suðuroy

Miðnámsskúlin í Suðuroy sóknast eftir hjálparfólki til kantinuna á skúlanum.

Starvið:

Eitt starv sum hjálparfólk í kantinuni 5 tímar um dagin.

Stovnurin:

Á Miðnámsskúlanum eru umframt Miðnám eisini Heilsuskúli Føroya. Tilsamans eru umleið 150 næmingar á skúlanum og umleið 30 undirvísarar og starvsfólk annars.

Vit vænta at:

Tú ert røkin og nærløgd/ur

Tú er álítandi og møtir væl upp

Tú kann arbeiða sjálvstøðugt

Setanarviðurskifti:

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Fíggjarmálaráðið. Talan er um starv við starvsbyrjan 15. september 2019 ella eftir nærri avtalu.

Meira fæst at vita:

Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Jeannu Viderø, telefon 581232.

Umsókn:

Umsókn saman við upplýsing um útbúgving, viðmælum og royndum verður at senda til Miðnámsskúlin í Suðuroy á mis@skulin.fo.

Umsóknarfreist er sunnudagin 9. september 2019   

Facebook viðmerkingar