Í dag fellur avgerðin. Tá valhølini eru latin aftur í kvøld, hevur hvør einasta atkvøða gjørt av hvørjar Føroyar vit vakna til í morgin.
Vit standa við eitt vegamót. Tí søguliga nógv er bygt upp hesi seinastu 4 árini. Ongantíð áður hevur ein stjórn í Føroyum framt so nógv av tí, sum stóð í samgonguskjalinum.
• Stórt undirskot er vent til stórt yvirskot á fíggjarlógini
• Allir pensjonistar fáa munandi meira útgoldið hvønn mánað
• Okkara 3 sjúkrahús draga felags línu
• Metnógv skuld er niðurgoldin
• Fleiri málsøki eru tikin heim á føroyskar hendur
• Okkara fiskiríkidømi kemur vælferðarsamfelagnum til góðar
• Ójavnin í føroyska samfelagnum er munandi minkaður
• Lág- og miðallønt hava fingið skattalætta
Nógv er framt, og enn meira er enn í menning.
Men onkur má ganga undan. Taka teir dystir, sum mugu takast, hóast hart leikar á. Hendan leiklutin átekur Tjóðveldi sær. Og vit gera tað fegin aftur. Tí eitt hevur víst seg ferð eftir ferð: Tað, sum skilir okkum í dag, savnar okkum í morgin.
Vit vilja halda fram at menna Føroyar. Og øll tøk, sum eru tikin á sjálvstýris- og sjálvbjargnisleið, hava loyst seg. Vit eru komin so langt saman. Men nógv er eftir at gera. Og menning tekur tíð.
Spurningurin er: Skulu vit byggja víðari – ella skulu onnur sleppa at bróta alt niður aftur?
Hetta er valið, ið hvør einasti føroyingur hevur í hondunum í dag.
Eg havi álit á, at føroyingar vilja framburð. Vilja langíðarmál. Vilja sjálvbjargni. Vilja menning fyri hetta landið. Og sanniliga eru Føroyar verdar at menna. Tí menningin loysir seg!
Fari inniliga at heita á allar tjóðskaparsinnaðar føroyingar, um at seta sín kross við lista E ella við eitt av okkara frálíku valevnum. Saman byggja vit Føroyar víðari. Soleiðis menna vit einar frælsar, sjálvbjargnar, grønar og sjálvberandi Føroyar.
Bestu kvøður
Høgni Hoydal, formaður
Facebook viðmerkingar