Fimm løgtingslimir úr Suðuroynni

Nú talt er upp og Løgtingið er mannað eftir løgtingsvalið er eisini greitt, at fýra suðuroyingar eru valdir á Løgting.

Jacob Vestergaard er við 779 atkvøðum valdur fyri Fólkaflokkin.

Henrik Old er við 443 atkvøðum og Bjarni Hammer er við 271 atkvøðum valdir fyri Javnaðarflokkin.

Kristin Michelsen er við 298 atkvøðum valdur fyri Sjálvstýri.

Sirið Stenberg er við 491 atkvøðum vald fyri Tjóðvaldi.

Øllum verður ynskt hjartaliga tillukku við valinum.

Facebook viðmerkingar