Ken Fagerberg – supertalentið sum bleiv burtur

Svenska SVT er í hesum døgum í Føroyum og hevur gjørt samrøður við Ken Fagerberg, sum seinastu mánaðirnar hevur spælt við TB.

Fyri 10-12 árum síðani var Ken Fagerberg mettir at verða millum allarstørsti fótbóltstalent í Svøríki. Ken Fagerberg fór eisini at spæla við FC Midtjylland og vónirnar vóru stórar til stóra svian um at leiðin skuldi ganga víðari til eitt av stóru evropeisku fótbóltslondunum.

Men soleiðis bleiv ikki. Í sjónvarpsbroti greiðir Ken Fagerberg frá sínum fótbóltlívi og fótbóltsgerandisdegnum í Føroyum.

Sí meiri her.

Facebook viðmerkingar