Nýggi dokumentarurin “Verkir” er nú at síggja kring landið. Filmurin, sum hevur fingið góð ummæli, hevur verið vístur fyri fullum hølum, og hesa ferð verða sýningarnar soleiðis:
Í Fuglafjarðar bókasavni hósdagin 5. september kl. 18.00
í Atlantis Bio mánadagin 9. september kl. 19.00
Í SALT mikudagin 11. september kl. 20.00
Tað eru systrarnar Karina og Theresa Jákupsdøtur sum hava leikstjórnað filmin, og Theresa fer at innleiða sýningina í SALT.
Atgongumerki kunnu keypast á www.mh.fo (Fuglafjørður), á www.atlantis.fo (Klaksvík) og á www.atgongumerki.fo (Suðuroy).
Dokumentarurin er gjørdur um broytingina frá at kvinnur áttu heima, til at allar føðingar eftir fáum árum vóru fluttar inn á sjúkrahús. Og okkurt bendir á, at fleiri tilvitað velja at eiga heima heldur enn á sjúkrahúsi.
Les ummælið her hjá Birgir Kruse her: http://birkblog.blogspot.com/2019/06/verkir-er-sjaldsama-vleydnaur-filmur.html
Samrøðufólk í filminum eru Ingibjørg Rasmussen, Eyðgerð Amanda Petersen, Aslaug Víká Petersen, Helen Joensen, Elina Hammer Olsen, Elsa Hallfríður Rasmussen, Poulina Abrahamsen, Jensa Samson, Jytte Joensen, Durita Hanusardóttar Jacobsen, Rannvá Simonsen, Sigmund Jógvansson, Fríða Jórunardóttir, Annika Beinta Hoydal, Anna Christiansen og Bjørt Joensen Dahl. Onnur luttakandi eru Sóley Martinsdóttir Við Garð, Jaspur Við Garð og Margretha Thomsen.
Jón Klæmint Hofgaard hevur smíðað tónleik til filmin og ljóðmyndina gjørdi Jón McBirnie.
Barbara Vang og Karina Jákupsdóttir filmaðu, og Ingilín Strøm gjørdi tekningar. Plakatmyndina, sum Sára Mikkelsen hevur uppsett, hevur Magnus Dam Jacobsen tikið av Rannvá í Baianstovu og dóttrini Lív í 1960.
Stuðlað filminum hava Mentamálaráðið og Tórshavnar kommuna.
Sýningarnar eru eisini at finna á facebook:
Fuglafjørður: https://www.facebook.com/events/905537166482266/
Klaksvík: https://www.facebook.com/events/515644429201660/Drelnes: https://www.facebook.com/events/755401144879612/
Facebook viðmerkingar