Jákup og Gudmund vunnu 23. umfar í sjavs

Tórsdagin í farnu viku var 23. umfar í sjavskappingini í VB-húsinum. Vinnarar av umfarinum gjørdist Jákup Joensen og Gudmund Poulsen.

Úrslitið av kappingini gjørdist:

Nr. 1. Jákup Joensen og Gudmund Poulsen, 4 stig
Nr. 2. Kathrina Borgardal og John Nilssen, 3 stig
Nr. 3. Birgir Skorastein og Sverri Nilssen, 2 stig
Nr. 4. Hans Jacob Bech og Egill Steintórsson, 1 stig

Úrslitið førir við sær, at Jákup og Gudmund nú eru fremstir í sjavskappingini við 24 stigum hvør. Sí eisini støðuna her.

Sjavskapping verður aftur í VB-húsinum tórskvøldið 5. sept. kl. 18.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar