Barnagarðurin nærkast alsamt

Í mai var reisigildi í nýggja barnagarð á Tvøroyri, ið eftir ætlan skal standa liðugur í byrjanini av januar.

Uttanifrá sæst ikki so væl, hvussu arbeiðið gongur, tí tað mesta av arbeiðinum fyrigongur inni í løtuni. Tó so eru menn í ferð við at seta vindeygu og hurðar í og hetta broytir beinanvegin uppá heildarmyndina.

Inni í bygninginum verða tey mongu, ymisku rúmini smíðaði og rørsmiðir, elektrikarar og timburmenn gera sítt fyri, at arbeiðið gongur tann rætta vegin.

Spennandi sær tað út og tað er lítil ivi um, at her er ein barnagarður, ið er væl gjøgnumhugsaður úr enda í annan. Brim Arkitektar hava teknað barnagarðin. E-Grevstur hevur staðið fyri útgrevstrinum, MTV-Byggivirkið hevur havt ábyrgdina av betong- og timburarbeiðinum og Bærendsen Teknik stendur fyri El, HVS og automatikki.

Kelda: www.tvk.fo

Facebook viðmerkingar