Hátíðarhald á Sambýlinum í Hvalba
Mánadagin 26 novembur var hátíðarhald á Sambýlinum í Hvalba fyri Berghild Olsen, ið hevur starvast í eldratænastuni í Suðuroy í 40 ár.
Dagurin var hildin saman við starvsfelagum og familju. Berghild byrjaði at arbeiði sum heimahjálp á Tvøroyri í 1979. Seinastu árini hevur Berghild arbeitt á Sambýlinum í Hvalba. Hon fór undir útbúgvin og tók prógv sum heilsuhjálpari í 2004.
Í samband við 40 ára starvsdagin fekk Berghild blómur og gávur handaðar, og segði Daimi Kjærbo, eindarleiðari hjá Bú- og Heimatænastuni nøkur orð, har hon eisini takkaði Berghild fyri góða og trúgva tænastu.
Eisini fekk hon blómur og gávu frá heilsuhjálparafelagnum og sínum starvsfeløgum.
Facebook viðmerkingar