Vit í nevndini hava tikið avgerð um, ikki at sigla Føroya Regatta næsta ár – 2020. Orsøkin er, at vit kenna á okkum, at Føroya Regatta hevur verið so mikið ofta, at vit eiga at steðga á nøkur ár.
Áhugin at sigla Føroya Regatta er heldur ikki tann sami, sum í fyrstani.
Vit ætla ikki “at leggja árarnar inn”.
Vit halda, at træskipaflotin eigur at sigla hagar, hann ger mun ella sæst í einum tiltakið, ið gagnar/stimbrar eitt tiltak, har vit seta dám á. Vit hugsa um oyggja- bygdastevnu, fiskikapping, festival, hugnaløtu á bryggju og annað.
Her vilja vit fegnir hava hugskot frá øllum, ið varða av gamla træskipaflotanum, og frá fólki, ið standa fyri tiltøkum kring landið.
Bátafelagið “Knúkur” setti seg í samband við okkum, tí tey hildu, at eitt gott tiltak fyri tey og okkum vildi verði at skipa fyri hugna løtu á bryggjuni í Leirvík, fríggjakvøldið fyri Føroya Sjómannadag. Hesum tóku vit undir við, hóast skotbráið var stutt. Næsta ár ætla tey Leirvík at fyrireika hugnaløtuna í góðari tíð, og skipa fyri at søvn og annað verða partar hugnaløtuni.
Tað eru millum onnur fólkslig tiltøk sum hesi, vit í nevndini halda, gamli træskipaflotin skal taka lut í/vera partur av.
Viðvíkjandi inntøkum til flótandi træskipaflotan, mugu vit ásanna, at her stendur ikki ov væl til.
Føroya Løgting letur stuðul, – hesin kemur væl við, men røkkur ikki langt. Flotin er kostnaðarmikil at reka. Skip og bátar eru 100 ár og meira. Sum vit vita, krevjast stórar ábøtur á hvørjum ári.
Eitt má Føroya Fólk gera sær greitt og tað er, at vit hava nakrar dýrgripir, sum so gott sum øll her á landi og fleiri í okkara grannalondum halda, vit skulu varðveita.
Nú valið er av og tá Løgtingið hevur skipað seg, ætla vit at gera eina roynd, at fáa meira í løgtingsstuði. Sum vit vita, er eitt álit til løgtingslóg um varðveitslu av siglandi træskipum, sum er viðfest. Her verður m.a. víst á, at árligi miðal kostnaðurin fyri at halda og reka gamla træskipaflotan er áleið 2 mió. kr., tá er virði av arbeiði eldsálir fremja, ikki roknað uppí.
Vit halda, at kommunurnar eisini eiga at vísa vilja at halda flotan í góðum standi. Vit ætla tí at fáa í lag fund við Kommunufelagið um støðuna hjá flotanum, og fáa kommunur at síggja sama álvara í at varðveita gamalt træskip, og vísa sama vilja sum Tórshavnar Kommuna, ið letur 20 kr. fyri hvønn borgara til Westward Ho. Hevði kommunur tikið stig til at stuðla skip ella bát í teirra øki, hevði hetta komið væl við og stimbra hugin hjá okkum, sum dagliga eru um flotan, uttan at fáa samsýning av nøkrum slag.
Meira um omanfyristandandi, Flaggsigling 2019 o.a. á aðalfundinum, sum vit ætla at kalla inn til, fríggjakvøldið 8. november.
Facebook viðmerkingar