Eftir minking í fólkatalinum øll árini frá 2010 til og við 2016 (tølini 1. august hesi ár verða brúkt), so gongur nú spakiliga rætta vegin. Fólkatalið í Suðuroynni var 1. august 2019 komið upp á 4.648 fólk.
Fólkatalið vaks eitt vet frá 1. august 2016 til 1. august 2017, men minkaði so aftur frá 1. august 2017 til 1. august 2018. Seinasta 12-mánðarskeiðið er fólkatalið so aftur vaksið, eins og víst verður í talvuni niðanfyri.
Men hóast fólkatalið er vaksið í mun til 1. august 2016, so er fólkatalið í Suðuroynni framvegis nakað lægri enn tað var 1. august 2010. 1. august 2010 búðu 4.732 fólk í Suðuroynni, 1. august 2019 búðu 4.648 fólk í oynni, ella 84 færri enn fyri 10 árum síðani.
Gongdin seinastu fimm árini hevur verið merkt av ávísum vøkstri í fleiri av kommununum. Lutfalsliga er størsti vøksturin í Sumbiar og Porkeris kommunu. Harumframt er eisini vøkstur í Tvøroyrar og Vágs kommunu. Hinvegin er fólkatalið í Hvalbiar, Fámjins og Hovs kommunu minkað seinastu fimm árini.
Facebook viðmerkingar