Løgfrøðingur Heilsu- og innlendismálaráðið

Løgfrøðingur Heilsu- og innlendismálaráðið (avloysarastarv)

Heilsu- og innlendismálaráðið søkir eftir einum løgfrøðingi til setan skjótast gjørligt. Talan er um eitt avloysarastarv fyri løgfrøðing í farloyvi til 30. november 2018.

Heilsu- og innlendismálaráðið er fyrisiting hjá landsstýriskvinnuni í heilsu- og innlendismálum. Ráðsuppgávurnar fevna um at ráðgeva landsstýriskvinnu og leiðslu, at umboða ráðið í tvørgangandi samstarvi, og at lýsa og avgreiða mál, ið hoyra stjórnarráðnum til. Í hesum starvi kemur tú serliga at arbeiða við uppgávum innan heilsuøkið, men talan kann eisini verða um uppgávur innan onnur øki.

Førleikar
Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv. Tú hevur áhuga fyri økjunum, ið Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur, og ynskir at arbeiða við at menna og dagføra økini. Tú skalt duga væl at orða teg á føroyskum, bæði í skrift og í talu, og er tað ein fyrimunur, um tú hevur politiskt tev og áhuga fyri samfelagsviðurskiftum sum heild.

Arbeiðsuppgávur
Sum fulltrúi kemur tú at arbeiða sjálvstøðugt. Høvuðsuppgávurnar verða løgfrøðilig ráðgeving, lógar- og kunngerðarsmíð, málsviðgerð, greining, gera hoyringssvar, svara fyrispurningum frá Løgtinginum og at tulka lógir og reglur. Harumframt at umboða stjórnarráðið í møguligum arbeiðsbólkum og samstarvsfora.

Starvið er mennandi og við skiftandi og fjølbroyttum uppgávum. Hóast starvið er sjálvstøðugt og ábyrgdin stór, so verða uppgávurnar eisini loystar í toymum og í samstarvi við aðrar starvsfelagar í ráðnum.

 
Les meira um starvið og send umsókn á netinum á starvsportal.fo.

Facebook viðmerkingar