LEIÐARIN: Fráboðanir um tekniskt brek umborð á Smyrli hava tíverri verið fleiri ferðir seinastu tíðina. Fyri Suðuroynna, suðuroyingar og ikki minst fyri Strandfaraskip Landsins (SSL) er støðan alt annað enn nøktandi og eiheldur haldbar.
Hilmar Eliasen, stjóri á SSL, hevur í fleiri umførum seinasta árið gjørt vart við, at SSL má fáa eitt avloysaraskip fyri Smyril, soleiðis at eitt skip er tøkt, um Smyril fær eitt havarí. Harumframt hevur eisini verið víst á, at tað fyri Smyril hevði verið ein stórur fyrimunur, um eitt avloysaraskip t.d. ein dag um vikuna kundi siglt fyri Smyril, soleiðis at vanligt viðlíkahald kann gerast av Smyrli.
Strandferðslustjórin hevur eisini víst á, at í grannalondum okkara er avloysaraskip ein púra vanligur partur av tænastuni, tí tekniskir trupulleikar eru allastaðni. Men ein hoyir ikki so nógv til tekniskar trupulleikar sum í Føroyum, nettupp tí avloysaraskip eru tøk, og er hetta t.d. galdandi í Danmark, har avloysaraskip liggja klár á ymisku rutunum.
Hóast politisku vindarnir tala fyri at Suðuroyartunnilin verður settur ígongd í komandi samgonguskeiði, eftir at Sandoyartunnilin er liðugt boraður í 2022/2023, so vil hetta ikki loysa avbjóðingarnar við Smyrli.
Tað ganga 8-10 ár áðrenn koyrandi er ígjøgnum Suðuroyartunnilin og merkir hetta, at Smyril skal halda í 8-10 ár afturat. Og fyri at hetta skal lata seg gera, so krevst regluligt viðlíkahald av Smyrli, soleiðis at skipið kann verða hildið í so góðum standi sum tilber og farleiðin um Suðuroyarfjørð kann verða skipað í støðugum og tryggum kørmum.
Eftir seinastu vikurnar við afturvendandi fráboðanum um tekniskt brek, er alneyðugt, at politiski myndugleikin gevur Strandfaraskipum Landsins heimild til at fara ígongd at fáa eitt fast avloysaraskip til Smyril.
Facebook viðmerkingar