Sum kunnugt verður VB partur av bestu kvinnudeildini í hondbólti, sum byrjar nú í vikuskiftinum. Og í hesum sambandi hevur VB eisini arbeitt við at fáa styrk til liðið – og nú er so greitt, at tríggir serbiskir leikarar fara at styrkja um VB-hópin.
Tær tríggjar Slobodanka Bandobrandski, Dajana Komenda, og Jovana Tanćik hava seinastu tíðina verið í Vági og vant við VB.
Slobodanka Bandobrandski er 25 ár hon spælir á høgra baki (vinstru megin á myndini). Jovana Tanćik er 19 ár og spælur á vinstra baki (mitt í á myndini). Og Dajana Komenda er 25 ár og kann spæla á vinstra, á høgra baki og á miðjuni (til høgru á myndini).
Facebook viðmerkingar