Á tíðindafundi kl. 9 í morgun greiddi Bárður á Steig Nielsen frá at nýggj samgonga er skipað millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin. Bárður á Steig Nielsen verður løgmaður og afturat honum verða seks landsstýrisfólk
Tíðindini um hvør fer at manna landsstýrið ferðasti á miðlunum í gjárkvøldi, men eru ikki váttaði enn.
Umframt Bárð, so verða sambandsmenninar Helgi Abrahamsen og Kaj Leo Holm Johannesen landsstýrismenn. Helgi Abrahamsen í vinnu-, orku,-, umhvørvis- og innlendismálum og Kaj Leo Holm Johannesen í heilsumálum.
Fyri Fólkaflokkin fara Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir at verða landsstýrisfólk. Jørgen Niclasen í fíggjarmálum, Jacob Vestergaard í fiskivinnumálum og Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttir í almannamálum.
Jens av Rana verður fyri Miðflokkin nýggjur landsstýrismaður í skúla, mentanar og uttanríkismálum.
Facebook viðmerkingar