Latið ei vælferðina doyggja

Nú meiri og meiri av ætlanunum hjá fríggjadegi hinum 13. samgonguni koma til sjóndar, jú meiri og meiri mugu okur stúra fyri vælferð okra. Bæði Samhaldsfasti og barnaansingin standa fyri skotum, tí ófíggjað og lættisoppa vallyftir skulu blíva veruleiki.

Samhaldsfasti skal nú, eftir ætlan, í ein felags grunn saman við fólkapensjónini í eini roynd hjá rovfuglunum at ræna fæið hiðani, soleiðis at vallyftir og annað kann fíggjast. Samhaldsfasti verður umsitin av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum, og hetta mugu okur øll sláa manngarð um, so rovfuglarnir ikki sleppa framat. Fakfeløg og Landsfelag Pensjónista siga nei, og tað mugu okur, fólkið, eisini.

Týdningarmest er, at okur ikki lata okum lokka av sokallaðum rationaliseringum. Eitt orð, sum hevur akkurát onki at gera við rationalismu, men sum verður brúkt til at pynta við, so tað ljóðar skilagott at avlaga vælferð okra.

So seint sum í dag 19. septembur var Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri, í útvarpinum og royndi at rættvísgera eitt ófíggjað uppskot. Jú hann sigur, at landið og kommunurnar skulu fíggja hægri pensjón. Men verður Samhaldsfasti skattafríur, merkir tað, at minni kemur inn í skatti fyri bæði land og kommunur, og heilt upp ímóti 100 mió. minni fyri kommunurnar. Eftirsum okur longu hava eitt ójavnt býtt eldraøki, har okur hava a, b og c borgarar, haldi eg ikki, at kommunurnar skulu tyngjast við meiri fyri slíkt ørvitistos av borgarligum vallyftum.

Næst er barnaansingin, sum skal broytast til at kommunur skulu heimilast at geva foreldrum ansingargjaldið fyri at ganga heima. Hetta er eitt klokkuklárt dømi uppá borgarliga populismu í verki. Barnaansingin er ein tænasta til borgarar, soleiðis at farast kann til arbeiðis. Ætlanin leggur upp til, at peningurin fylgir barninum, og í besta populistiska manér, at einstaklingurin skal ráða yvir egnum lívi.

Tað er gamaní við sjálvsavgerðarrætti, men hetta vendir endamálinum við barnaansingini við og skapar mismun og ójavna millum kynini. Tí okur vita øll fullvæl, at tað oftast verður kvinnan, sum verður heimagangandi. Samstundis sum at hetta bert gevur fólki, ið forvinna nógv, møguleikan til at ganga heima. Við eini verkamannaløn ber illa til at annar fær helvtina av tí lønini fyri at ganga heima við barninum, og samstundis ikki sparir upp til pensjón í fleiri ár. 

Hvussu hetta verður lagað, fáa okur at vitað einaferð. Men samanumtikið gagnar tað ikki vælferðarsamfelagnum, um kvinnurnar aftur fara av arbeiðsmarknaðinum og fáa lægri pensjón.

Kjakið er heitt, og kenslurnar kóka um eina fyrimyndarliga skipan, har foreldur hava meiri tíð við børnunum. Tað er dreymurin. Men geri so okkurt við barsilsskipanina og haldið tykum vekk frá barnaansingini. Tí dreymar enda, og tá kemur veruleikin inn. Gloymd er tó ætlanin um at stytta arbeiðsvikuna, og gloymt er endamálið við barnaansingini.  Mín áheitan til landsstýrið er, at haldið fingrarnar vekk frá Samhaldsfasta, og latið barnaansingina fáa frið. Latum okum verja hesar vælferðartænastur ímóti rovfuglunum.

Jens Arni Leo Hammerfoss, formaður fyri Suðuroyar Norðara Javnaðarfelag

Facebook viðmerkingar