Føroya Eftirskúli søkir eftir stjóra

Um Føroya Eftirskúla

Føroya Eftirskúli byrjar í 1. august 2020. Ætlanirnar um eftirskúla í Føroyum vórðu gróðursettar fyri skjótt mongum árum síðan. Tær eru rótfestar og í 2020 verður byrjað.

Fyrsta árið verður næmingatalið avmarkað, men ætlanin er at økja tað so líðandi. Tongd at skúlanum og undir ábyrgd skúlastjórans, verða lærarar, hjálparfólk, serlærdir undirvísarar, húsavarðar o.l.

Bygnaðarliga er skúlin skipaður sum eitt 10. og 11. floks tilboð við serstøkum breytum. Partvíst samstarv er eisini við Tvøroyrar Skúla.

Føroya Eftirskúli hevur egin høli í Sjógøtu 2, Tvøroyri, við skrivstovu og undirvísingarhølum.

Um starvið

Talan er um eitt spennandi starv við nógvum avbjóðingum. Skúlastjórin skal byggja upp og mynda skúlan úteftir. Har aftur at stendur hann fyri samstarvinum við avvarðandi partar.

Skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna, umframt ábyrgdina av virksemi skúlans. Høvuðsuppgávurnar eru:

• at mynda og skipa byrjanina av Føroya Eftirskúla. Skipa karmar og innihald; her uppi í at menna lærugreinir og serstøku breytirnar á Føroya Eftirskúla.

• at standa á odda fyri dygdargóðari fakligari menning

• at fremja mennandi starsvfólkapolitikk og virka fyri, at lærarar og onnur starvsfólk skúlans hava umstøður til fakliga menning

• at virka fyri trivnaði og góðum samstarvi bæði við atliti at næmingum og starvsfólki skúlans

• at fremja gott samstarv millum skúla, myndugleikar, foreldraráð og áhugabólk. Eggja næmingum til frama bæði fakliga og trivnaðarliga.

• at virka í tøttum samstarvi við Stýrið eftirskúlans.

• at standa fyri fíggjar-, rakstrar- og málstýring skúlans.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu hava læraraútbúgving ella útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving. Starvsroyndir og leiðsluroyndir eru ein fyrimunur.

Persónligar dygdir hjá umsøkjarum eru:

• góð leiðslu- og samstarvsevni, og vilja og evni at royna nýggjar leiðir

• ágrýtin og virkin til at byggja upp ein nýggjan skúla

• góðan málførleika í føroyskum, enskum og norðurlendskum.

• leiðsluroyndir við børnum og ungum eru ein fyrimunur

Setanarviðurskifti

Setanarøkið er undir Stýrinum í Føroya Eftirskúla saman við Mentamálaráðnum. Tann, ið settur verður, má tola broytingar í starvinum. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið, Føroya Lærarafelag og Stýrið.

Starvið verður sett frá 1. desember 2019, ella so skjótt sum til ber.

Umsóknir

Umsóknir saman við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skal vera Stýrinum í Føroya Eftirskúla í hendi í seinasta lagi 21. oktober 2019.

Umsóknin verður stílað til:

Føroya Eftirskúla, Sjógøta 2, 800 Tvøroyri

Postrúm 70 – 800 Tvøroyri

ella við t-posti: info@eftirskulin.fo

Facebook viðmerkingar