Klárt at søkja inn á Føroya Eftirskúla

Nú er klárt at søkja inn til Føroya Eftirskúla, sum byrjar í august 2020.

Fleiri hava sóknast eftir prísinum fyri eftirskúlaárið, og vit kunnu nú upplýsa, at prísurin er einans 3.350 kr um mánaðin í 10 mðr. Hetta er íroknað kost, vist, undirvísing og upplivingar!

Tað verður spennandi at síggja, hvørjir teir 16 fyrstu næmingarnir á Føroya Eftirskúla verða! Vit gleða okkum, skrivar Føroya Eftirskúli á heimasíðuni.

Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna:
https://eftirskulin.fo/

Facebook viðmerkingar