Anna Vestergaard úr Sumba vann í kvøld 1,2 mió. kr. í Gekkinum, tá hon í 2. snari kom á gula leypin – og hon hevði frammanundan býtt Gekka-upphæddina á 3,6 mió. kr. í teir tríggjar leyparnir.
Tað stuttliga við søguni er, at fyri 2-3 vikum síðani var sonur Annu ígjøgnum og snari Gekka-hjólinum, men var hann tá ikki so heppin at vinna ein stóran vinning.
Í kvøld var Anna so ígjøgnum og vann 1,2 mió. kr.
Facebook viðmerkingar