Oktoberfest í SALT í september

28. september kl. 20 verður “Oktoberfest” í SALT

Oktoberfest varð fyrstu ferð hildin í München 12. oktober 1810, tá krúnprinsurin Ludvig og prinsessan Theresa skuldu giftast.
Hetta gjørdist ein risa veitsla viđ balli, tónleiki og millum annað kappríđing. Veitstlan gjørdist eitt afturvendandi tiltak, og hevur síđan ment seg til eina risastóra ølveistlu, sum varđar frá mitt í september til mitt í oktober, og er í dag at finna í nógvum londum kring heimin, líka frá Kanada til Brasil.


Og nú verđur Oktoberfest eisini í Føroyum, tann 28. september í SALT!

Gundur Johansen verður “Toastmaster”

Undirhald og tónleikur verður performað av Tvøroyrar Hornorkestri, Sharon’s Men, Pól Arni Holm & John Áki Egholm og fleiri.

Ongin minni enn “sjónvarpskokkurin” Gutti Winther borðreiðir eina buffét við bayerskum dámi.

Føroya Bjór og Okkara hava skeinkistøð.

Atgongumerki à 350,-kr. fæst á hesum støðum:

www.atgongumerki.fo

í Tangabúðini á Tvøroyri

á Torginum í Vági

ella við dyrnar í Salt

Facebook viðmerkingar