Leygardagin 5. oktober er heystmarknaður á Tvøroyri og langur leygardagur samstundis.
Í tí sambandi verður farið ein túr á flot, við prýðiliga, gamla træskipinum Thorshavn.
Manningin tekur ímóti á Hvítanesbrúnni og viðrar, verður farið avstað uml. Kl. 10:00.
Umborð á Thorshavn er fiskireiðskapur til umleið 10 fólk og tí verður heitt á fólk um at hava egnan fiskireiðskap við, um tey vilja tryggja sær at sleppa og fiska sum longst.
Onkrar av fiskunum, ið vit vónandi fáa á húkin, taka vit niðan í tjaldið í miðbýnum, har hann verður hagreiddur.
Vit verða aftur á Hvítanesi uml. Kl. 14:00.
Heitt verður eisini á fólk, um at lata seg í eftir umstøðunum.
Túrurin er ókeypis, men neyðugt er at boða frá luttøku, tí Thorshavn tekur í mesta lagið uml. 30 fólk.
Boðast kann frá á bn@tvoroyri.fo ella á tlf. 214614
Facebook viðmerkingar