Eirik og Henning vunnu 26. umfar í sjavs

Í farnu viku var 26. umfar í sjavskappingini hjá FC Suðuroy á skránni. Hetta umfarið vunnu Eirik Poulsen og Henning Djurhuus.

Úrsliti av umfarinum var hetta:
Nr. 1. Eirik Poulsen og Henning Djurhuus, 4 stig hvør
Nr. 2. Gudmund Poulsen og Jákup Joensen, 3 stig hvør
Nr. 3. Kathrina Borgardal og Magni Augustinussen, 2 stig hvør
Nr. 4. Sverri Magnussen og Eivind Magnussen, 1 stig hvør.

Úrslitið førir við sær, at Gudmund Poulsen og Jákup Joensen, sum eru nr. 1 í kappingini, nú hava 30 stig hvør. Nr. 3 eru Páll Lervig, Birgit Poulsen og Sverri Jacobsen, sum hava 26 stig hvør.

Facebook viðmerkingar