Ferðslutrygd hevur seinastu árini verið ovarliga á breddanum í Vágs kommunu, sum saman við Landsverki og Løgregluni hevur arbeitt við ferðslutrygdarætlan fyri kommununa. Sum liður í hesum er nú gjørd rundkoyring á vegamótinum Marknoyrarvegur-Vágsvegur-Toftavegur.
Endamálið við rundkoyringin er at bøta um ferðslutrygdina á vegamótinum, har tríggir vegir koma saman. Harumframt er eitt av høvuðsendamálunum eisini at taka ferðina av ferðsluni vestur eftir Vágsvegi og úteftir Marknoyrarvegi, har nógvir bústaðir eru framvið vegnum.
Vit hava seinastu árini arbeitt miðvíst við at bøta um ferðslutrygdina kring um í kommununi, sigur Danjal Bjarkhamar, formaður í Teknisku nevnd. Fleiri átøku eru longu framd, m.a. á Liðarvegi, har vegurin er broyttur til “2 minus 1”. Toftavegur er gjørdur einsrættaður fyri at gera atkomuna til norðaru inngongd við Vágs Skúla tryggari. Á Vágsvegi við Vágs Skúla eru ferðmátarar settir upp, fyri at tálma ferðini og bøta um trygdina. Og nú er so rundkoyring sett upp á vegamótinum Marknoyrarvegur-Vágsvegur-Toftavegur fyri at bøta um ferðslutrygdina bæði á vegamótinum og ikki minst hjá borgarum, sum búgva í økinum, sigur Danjal Bjarkhamar.
Seinastu árini hevur økt vinnuligt virksemi ført við sær økta ferðslu eftir høvuðsvegnum, ikki minst av stórum trailarum, sum koyra til og frá havnarlagnum í Vági, og tí hava vit eisini arbeitt miðvíst við at bøta um ferðslutrygdina eftir høvuðsvegnum, sigur Danjal Bjarkhamar. Rundkoyringin við vegamótið Marknoyrarvegur-Vágsvegur-Toftavegur er ein liður í hesum, og ferðmátari verður eisini settur upp á Marknoyrarvegi fyri at tálma ferðina.
Vit eru greið um, at hetta fer at krevja eina tilvenjing frá bilførarum, men vóna at fólk taka væl ímóti broytingini, sum hevur til endamáls at gera tað tryggari fyri øll, bæði tey sum eru til gongu ella renna, eru á súklu ella í bili, sigur formaðurin í Teknisku nevnd at enda.
Tíðindaskriv frá Vágs kommunu
Facebook viðmerkingar