1. mars fær Kvinna nýggjan blaðstjóra. Nýggi blaðstjórin er 36 ára gamla Tóra Effersøe Mortensen av Tvøroyri.
Tóra hevur seinastu 10 árini starvast í størsta danska blaðhúsinum innan magasinir og vikubløð, Aller Media. Seinastu árini hevur Tóra verið leiðandi redaktørur á vældámdu bløðunum Isabellas, Mad & Bolig og Spis Bedre. Frammanundan var hon leiðandi redaktørur á Vi Unge, Bazar og Kig Ind, umframt at hon hevur starvast á vikublaðnum Søndag. Tóra er útbúgvin journalistur frá Danmarks Medie- og Journalisthøjskole.
– Eg gleði meg at byrja á Kvinnu og at brúka mínar royndir í føroyskum høpi. Kvinna er eitt spennandi blað, og eg síggi fleiri møguleikar at gera blaðið enn meira viðkomandi. Eg kundi hugsað mær fleiri kvinnusøgur, og at Kvinna kemur meira út um landið. Eg síggi eisini fyri mær, at mótin fer at hóska betri til føroyska gerandisdagin. Og so kundi eg hugsað mær matuppskriftir, sum kunnu gerast ein vanligan týsdag, sigur Tóra.
Tóra tekur við blaðstjórastarvinum 1. mars.
Les meira á kvinna.fo
Facebook viðmerkingar