Um hóskandi boð fæst verður Magnstøðin í Vági til sølu. Sølan umfatar bensinsølu- og verkstaðsbygningin á Líðarvegi 2 í Vági við tilhoyrandi rakstrargøgnum og innbúgvi, umframt vørugoymslu.
Støðin hevur í løtuni provisiónsavtalu við P/F Magn um at levera brennievni og goymsluvørur annars. Um áhugi er fyri, at provisiónsavtalan skal halda fram, kann avtala gerast um tað.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til P/F Januar, Jóannes Olsen tlf. 551728 ella Heina Thomsen tlf. 554707.
Facebook viðmerkingar