Lunnar fara at bresta og jørðin skelva tá Hamradun sleppa útgávuni “Hetjuslóð ” 30. novembur, og fara í tí sambandi at hava útgávukonsert í SALT sama dag kl 21.00.
Fólkarokkbólkurin Hamradun gav sína fyrstu útgávu í 2015 og hevur bólkurin støðugt verðið at hoyrt á festivalinum í Føroyum og á konsertum uttanlands. Bólkurin er samansettur av tónleikarum við drúgvum royndum og hevur bólkurin funnið sítt serstaka ljóð. Teksturin í løgunum snýgva seg í høvuðsheitum um sagnir, søgur og persónar í føroyskari søgu og framførir Hamradun eisini ymiskar vísur og kvæðir sum fáa nýtt lív við nútímans ljóðførum.
Teir ið manna Hamradun eru Pól Arni Holm – sang, Uni Debess – gittar, John Áki Egholm – gittar, Heri Reynheim – bass, Finnur Hansen – ljómborð og Rani Christiansen – trummur.
Afturat sær hetta útgávukvøld í SALT fer Hanus G Johansen at pallin at framføru síni kendu løg og tulkingar av yrkingum hjá millumannað Poul F. Joensen, so hetta kvøld verður ein samanrenning av rockkendum fólkatónleik og vísusangi.
Atgongumerki á 200,- kr kunnu keypast á atgongumerki.fo og við dyrnar
Facebook viðmerkingar