“If I Could Turn Back Time”
Vit verða mint á, at í nátt skal klokkan flytast ein tíma aftur. Eg havi ongantíð skilt, hví klokkan skal flytast aftur og fram. Kanska er pointi, at vit royna at stýra tíðini, men fakta er tað, at tíðin innheintar okkum øll.
Í løtuni eru mínir tankar longri aftur í tíðini, umleið trý ár. Her byrja øll minnini um mína vermóður Anni Thomsen, ið hevur sett kós heim til Harran. Sum ein summarfuglur, ið slapp úr larvuni, er sálin farin á flog.
Anni, eg føldi meg, frá fyrsta degi, vælkomnan hjá tykkum. Blíðskapurin og familjukærleikin var stórur. Nógva vitjan dag og dagliga og eitt lívligt prát um alt og onki. Í byrjanini dugdi eg ikki at síggja á tær, at herviliga sjúkan var byrja at gera um seg.
Eg eri sera glaður fyri kærleikan, tit vístu mær og soni mínum Ari. Hann hevur biði kvøldarbøn fyri ommuni og abbanum í Suðri, líka síðan, hann møtti tykkum.
Tað tók langa tíð, áðrenn tað eyðnaðist tykkum at vitja í Søldarfirði. Tíverri varð tað bert tann eina vitjanini. 1. jóladag í 2016 skuldu vit øll vera saman í Søldarfirði, men tað var ikki útfarandi vegna ódnarveður við streymsliti og alt landið var í undantaksstøðu.
Á páskum árið eftir komu tit so norð at vitja okkum og fingu vit nakrar góðar og hugnaligar dagar saman í Søldarfirði. Vit fóru í kirkju á Glyvrum og tað vart tú sera glað fyri. Tit gingu túrar, arm í arm, inneftir Niðaravegi. Fólk í grannalagnum spurdu tá, hvat feilti tær, tí tá sást á gongulagnum, at førleikarnir vóru farnir at bila.
Jólaaftan í fjør valdu vit at halda á Tvøroyri saman við tær. Tá var tað ikki so lætt at flyta teg, tí tá vart tú so viðtikin av sjúkuni. Dagurin byrjaði á middegi við einum “komsammen” við føroyskum viðskera. Tað var eisini tá, vit fingu tað bestu jólagávuna, tá tín elsti ommusonur Teitur segði, at hann skuldi verða pápi. Gleðin lýsti av tær og tú segði, at vónandi upplivi eg at verða langomma. Og sum myndin vísir so upplivdi tú tað og tú fekst enntá 1 ára føðingardagin hjá Rebekku, sum varð hildin hjá ommuni og abbanum í Hvalba, við.
Fyrst í hesum árinum varð uppgávan hjá manni tínum Pada ov stór at passa teg og mátti tú heimanifrá. Onki tilhaldsstað var á Tvøroyri til tín og tí varð Hamragarður í Vági títt nýggja heim. Eitt deiligt og gott heim, har øll vóru góð við teg, men at flyta av Tvøroyri var ein beiskur biti hjá tær. Tvøradaman við stóra T var alt annað en glað um hetta. Ofta varð skemta, at ein fer ikki til Vágs, men úr Vági.
Fríggjanáttina var sjúkrabilurin í Vági eftir tær og kósin varð, sum so ofta fyrr, sett á sjúkrahúsið. Hetta varð tín síðsti túrur úr Vági. Systir tín Eris, ringdi norður til okkum fríggjamorgunin fyri at siga okkum, at tú var komin á sjúkrahúsið og at tú var sera ússalig. Tá roknaðu vit ikki við at Pade longu tíðliga seinnapartin skuldi ringja til okkum og siga, at tú vart farin um sýn.
Tá eg, eftir seinastu vitjan, tók tína hond, kysti teg, segði farvæl og bað Jesus verða hjá tær, hoyrdi eg tína veiku rødd siga takk somuleiðis, og føldi eg, hvussu tú helt fast um mína hond og illa vildi sleppa. Ávegis heim, segði eg Berit frá hesum og helt fyri, at mamma tín við hesum vísti, at hon er orduliga glað fyri meg. Men í dag hugsi eg eisini, at tú nokk føldi, at títt tímaglas skjótt var runni út.
Góða vermóðir, tú ert saknað og tómrúmið er stórt eftir teg. Eg komi at bera teg í mínum hjarta, tað eg eigi eftir her á fold. Hvíl í friði.
Jonhard Danielsen, versonurin
Facebook viðmerkingar