Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 13 frá 18. mars 2013, verður við hesum boðað frá, at Vágs býráð á fundi 28. oktober 2019 hevur samtykt at broyta byggisamtyktina fyri Vágs kommunu galdandi fyri Matr. 360b á Traðarvegi í Vágs kommunu.
Teksturin í byggisamtyktini fyri Vágs kommunu er broyttur soleiðis:
Verandi áseting:
Talan er um jarðarstykkið, við tinglýstari stødd á 4.394m2, sum sambært galdandi byggisamtyktum fyri Vágs Kommunu liggur í økið F – Frílendi.
Ásetingar fyri frílendi F
• Frílendi tað er lendi, ið liggja avløgd til varðveiting av náttúruni, fornminnum og tílíkum og til at fríðka um bygdina og gera hana dámliga at búgva í.
• 2. Innan hesi øki kann útstykking og bygging ikki fara fram. Tó er loyvt at umvæla verandi sethús og byggja somikið afturat teimum, at tey eru hóskandi til nútímans nýtslu sum sethús.
• 3. Somuleiðis er loyvt at gera vegir og gøtur sum neyðugar eru til samanbinding av teimum frammanfyri nevndu økjunum í kommununi.
Til ístaðin at verða orðað soleiðis:Bústaðarøkið B Ásetingar fyri Bústaðarøkið B 1 – B 10 galdani fyri Vágs Kommunu
• 1. Loyvt er einans at byggja sethús við í mesta lagi tveimum íbúðum og eftir serloyvi frá byggivaldinum tví-, rað- og ketuhús o.t. til eitt húski hvørt. Í sambandi við bústaðirnar skal tó bera til at innrætta hølir til handlar og onnur smærri vinnuendamál, treytað av at hesi virkir ikki eru til ampa ella lýta dámin á økinum sum sethúsabýlingur.
• 2. Loyvt er ikki at frábýta grundstykkir smærri enn 500 m2.o Tá ið byggingin verður framd eftir byggiskipan, sum býráðið hevur góðkent og tryggjað ella eftir serstakari byggisamtykt, kann býráðið loyva at grundstykkini eru smærri, tó í minsta lagi 400 m2 fyri stakhús og 300 m2 fyri hvønn partin av einum tví-,ketu- ella raðhúsum.o Ein partur av tí ásettu minstuvíddini kann leggjast burturav sum felags tilhalds og parkeringspláss.
• 3. Á grundstykkjum smærri enn 400 m2 verður byggiloyvi ikki givið.o Byggistigið má ikki fara upp um 0,4.o Nettonýtslustigið fyri grundstykkir 400 m2 til víddar verður sett til 0,5 lutfalsliga fallandi við vaksandi grundstykkjavídd til 0,4 fyri grund stykkir 500 m2 og størri.
• 4. Húsini mugu einans byggjast í einari hædd við nýttari loftshædd og mugu ikki vera hægri enn 5 m til yvirgrind og 8,5 m til mønu, mált frá miðaljørildi (í miðal við húsahornini). Kjallaragólvið má ikki leggjast hægri, enn lægsta stað á lendi við húsavegg. o Har vegur er nær at húsum, verður gólvhæddin tó at laga seg eftir vegahæddini og verða myndugleikarnir at áseta hæddina á kjallargólvi.
• 5. Í serstakari byggisamtykt er ikki loyvt at fara uppum tey nýtslustig, ið nevnd eru í 3. stk., tá økið verður roknað sum heild.
• 6. Innan skravera øki (fornur bústaður), er ikki loyvt at byggja ella grava í lendinum uttan at Føroya Fornminnissavn og byggimyndu-leikarnir geva loyvi til tess.
• 7. Viðvíkjandi gerð og umsiting av tilhaldsplássum og viðvíkjandiøki til parkeringspláss, sí undir ásetingum fyri A-øki.
• 8. Øll bygging, undantikin tvíhús, raðhús o.t. skal í minsta lagi vera o 2,5 m frá grannamarki, mált frá ytsta útskoti, t.d. úthangi. o Minsta fráleika frá kommunalum vegi ásetir kommunustýrið, meðan landsvegamynduleikin ásetir fráleikan frá landsvegi.o Bilskúrar, hjallar, skúrar og smá úthús við ongum eldstaði, kunnu verða bygd nærri grannamarki, tó skal grannahoyring fara fram áðrenn loyvi kann gevast.
Uppskotið um broyting av byggisamtyktin liggur til hoyringar her á heimasíðuni hjá Vágs kommunu – og á kommunuskrivstovuni í upplatingartíðunum. (Mánadag – tórsdag kl. 09.00 – 16.00, fríggjadag kl. 09.00 – 15.00) – til og við mánadagin 18. november 2019
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 9. desember 2019.
Galdandi byggisamtykt er her
Byggisamtyktin verður broytt fyri matr. nr. 360b á Traðarvegi.
Facebook viðmerkingar