Otto Gram varaskúlastjóri í Tvøroyrar skúla

Nú er greitt, at Otto Gram verður varaskúlastjóri í Tvøroyrar Skúla og tekur við starvinum 1. nov. 2019.

Otto er 47 ára gamal og tók læraraprógv í 1997 á Århus Dag og Aftenseminarium. Frá 1997-2000 arbeiddi Otto í Kommunu skúlanum í Havn, og síðan 2000 hevur hann verið lærari í Tvøroyrar skúla.

Otto er eitt kent andlit á Tvøroyri og hevur í mong ár verið ein av oddamonnunum innan TB-flogbóltur, har hann m.a. hevur fyriskipað FM-finalurnar hjá yngru deildunum.

Náttúran og umhvørvið liggur langt frammi í huganum hjá Otto, og stóð hann á odda, tá ið tað varð ruddað vesturi í Trongisvágsbotni.

Facebook viðmerkingar