Komandi fríggjadagur, hin 1. November, er minningardagur teirra sjólátnu, eisini nevndur allahalgannadagur. Siðvenja er at halda dagin á Tvøroyri og í ár er einki undantak.
Siðvenjan er staðfest við eini løgtingssamtykt frá 1943, ið ásetur at flaggað verður fyri sjólátnum føroyingum og verður dagurin hildin kring alt landið. Í inniverandi viku varð borið fram í miðlunum, at eingin føroyingur var deyður á sjónum í farna allahalgannaári og er hetta av sonnum góð tíðindi.
Á Tvøroyri byrjar dagurin við gudstænastu í Tvøroyrar Kirkju, v. Jónsvein Bech, presti. Kl. 14, tá gudstænastan endar, verður farið út til minnisvarðan. Prestur sigur nøkur orð, sungið verður og kransar verða lagdir. Eftir hetta, uml. 14:45, verður hugnaløta í Missiónshúsinum á Tvøroyri, har kaffi og okkurt afturvið, verður at fáa.
Eins og so mangan áður, so fer Tvøroyri vitjan av skipi úr donsku sjóverjuni. HDMS Knud Rasmussen, ið eisini vitjaði í 2018, vitjar aftur í ár. Manningin luttekur í minningarhaldinum og setur sín serliga, hátíðarliga dám á dagin.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Facebook viðmerkingar