Birgir Waag Høgnesen:
Í hesum døgum er danska samfelagið leskað við nýggjari kringvarpsrás. Í eitt heilt ár ella meira hava donsku politikararnir keglast og meklast um radiostøðina Radio 24/7. Hetta var rásin, sum var “heimsins besta rás í Danmark”. Støðin skuldi flytast til Aarhus, tí tað var alt ov nógv “københavnersnak” í miðlunum. Politikararnir vildu hava meira “bygdasnakk” og minni frá teim bonaðu gólvunum í Keypmannahavn.
Flokkarnir gjørdu eina semju um flytingina, men tá fóru fólkini aftanfyri Radio 24/7 uppá bakbeinini, tí tey vildu ikki flyta til Aarhus. Síðani fóru politikararnir aftur at royna nýggja semju og bjóðaðu eina sendirás út, so ein og hvør kundi bjóða. Tað var Radio Loud, sum nýggja rásin eitur, sum vann útboðið. Eigararnir av nýggju rásini eru eisini eigarar av øðrum lokalum rásum í Jútlandi.
”Haldið kjaft”-pengar
Sum kunnugt er tað vanligt, at flokkarnir í Fólkatinginum gera breiðar semjur.
Hetta er so eitt dømi um eina miðlasemju ella eitt miðlaforlík, ið snýr seg um,
hvat skal henda við miðlalandslagnum tey næstu árini.
Her hjá okkum er tað sum best ber til, eftir míni metan. Teir smærru miðlarnir vóru eitt sindur ónøgdir við atburðin hjá KvF og tess peningaríkiligheit. Fyri at fáa teir smærru miðlarnir at tiga, so fingu teir “haldið kjaft”-pengar undir heitinum ‘miðlastuðul’. Tað virkaði, tí smáu miðlarnir tagdu við brestin.
Lat meg beinanvegin siga, at eg eri ikki serfrøðingur á hesum øki. Hinvegin, so havi eg arbeitt í miðlavinnuni síðan juli 2005, og tað hevur givið eitt gott innlit í, hvussu miðlarnir virka. Eg kann í hvussu er forvissa politikarar um, at “haldið kjaft”-peningurin ikki hevur lyft støðið á teimum smáu miðlunum.
Nýtt – men ikki nýskapandi og mennandi
Ivan Niclasen hevur verið við í og staðið fyri
framgongd í kringvarpinum í nógv ár, ikki minst á mentanarpartinum. Tá
ið hann tók við sum stjóri, boðaði hann frá broytingum, og smátt um smátt hoyra
vit um tær broytingar, sum verða umhugsaðar.
Í sendingini Pressan herfyri umrøddi mentanarleiðarin hjá KvF, Kári Sólstein, eina av hesum broytingum – hann nevndi tað ‘útveiting’ av sendingum. Broytingarhugurin í KvF er at fegnast um, men tað, sum mentanarleiðarin umrøðir, er ikki útveiting – í roynd og veru er talan um ein “kom og ger eina sending”-sáttmála við onnur. So tað kundi verði gjørt øðrvísi.
Í somu Pressu-sending kom mentanarleiðarin inn aðra – møguliga – broyting. Hann upplýsti, at tað eru yvir 32 sendingar á skránni hjá kringvarpinum – m.a. tí kringvarpið skal fylgja einum public service-sáttmála við Mentamálaráðið. Tað er ein avbjóðing at uppfylla ásetingarnar í sáttmálanum við bara einari rás, og tí hevur KvF spælt sær við tankan at seta á stovn ein nýggja rás, legði hann aftrat.
Kann okkurt útveitast?
Tað gleðir meg, at tað almenna kringvarpið arbeiðir við hugsanini um eina nýggja
kringvarpsrás – hóast eg haldi, at tað kundi verið gjørt annarleiðis. Tá tað nú
er so trongligt í skránni hjá kringvarpinum, sum Kári Sólstein sigur í
Pressuni, so er ikki bara ein møguleiki, at loysa tann trupulleikan, men helst
fleiri …
Tað er langt frá mær at koma við eini loysn á einum stovni, eg ikki sjálvur arbeiða í, tí vit á R7 hava ríkiligt við okkum sjálvum, men eg havi onkrar tankar. Stutt sagt, so haldi eg, at bæði hugsanin um útveiting og meiri rásarúm høvdu fingið bæði substans og perspektiv, um KvF hugdi oman yvir alt miðlalandslagið.
KvF hevur longu fleiri rásir fyri hondina – og í prinsippinum óendaliga nógvar. Ber ikki til at flyta nakrar milliónir til eina, tvær ella tríggjar uttanhýsis rásir, so tað gerst rúmligari á sjálvari KvF-skránni? Uttanhýsis rásirnar kundu so framleitt ávísar sendingar í einum “miðlasáttmála” við kringvarpið.
Hví ikki?
Uttanhýsis rásir kundu so útvarpað t.d. allan ítrótt – flogbólt, hondbólt,
fótbólt, borðtennis, badminton, svimjing o.a., hóast sjónvarpið hjá
kringvarpinum gjørdi sínar sendingar – óheft av tí, sum uttanhýsis rásin
gjørdi. Hví ikki?
Er tað púra óhugsandi, at kringvarpið leigaði senditíðina hjá einari uttanhýsis rás t.d. frá kl. 13.00 til 17.00 hvønn dag 365 dagar um árið. Við hesum leistinum kundi viðkomandi uttanhýsis rás fylt part av sendiflatuni hjá KvF.
Óneygugt at siga: Tað, ið eg umrøði omanfyri sum ‘uttanhýsis rás’, nýtist ikki at vera ein av verandi kringvarpsstøðum, men kanska ein nýggj – bara hon lýkur krøvini.
Miðlasemja – tveir flugur í einum bresti
Kanska er hetta ein frymil, sum er verdur at umhugsa. Tá hevði veruliga verðið
talan um útveiting – og talan hevði blivið um ikki bara um eina, men heldur
fleiri rásir afturat til KvF, so tað varð meiri enn ført fyri at lúka krøvini í
sáttmálanum við Mentamálaráðið.
Tað tykist vera samsemja um, at KvF er ein mastodontur, ið fyllir nógv. Í hesari støðuni skurrar tað í mínum oyrum, at man gevur smærru miðlunum “haldið kjaft”-pengar, fyri síðani at hoyra, at kringvarpið arbeiðir við at gera ein nýggja útvarpsrás, tí tað manglar pláss í almennu útvarpsskránni.
Hevur KvF so nógvar skyldur og so stóra framleiðsluorku, at tilfarið ikki rúmast á KvF-rásini, so er at brúka tær rásir, sum longu eru fyri hondina. Tørvur er tískil á einari miðlasemju, har miðlastuðulin – ”haldið kjaft”-pengarnir – verður tikin av og KvF keypir sær ávíst tímatal á uttanhýsis rásum.
Birgir Waag Høgnesen
Facebook viðmerkingar