Hevur tú eitt fyrikomandi lyndi, góð samstarvsevni og hug at arbeiða við kundum, so er tað kanska tær, vit leita eftir.
Tú kanst gerast partur av handilstoymi okkara og fáa møguleika at luttaka í skeiðum og tiltøkum, har tú kanst menna teg og kunna teg um vørur okkara.
Sum handilsfólk á Rúsdrekkasøluni skalt tú ráðgeva og selja, samstundis sum tú fert at hjálpa til við dagliga arbeiðinum í handli okkara. Vit vænta, at tú ert positivt sinnað/ur at útbúgva teg innan yrkið, ímeðan tú arbeiðir hjá okkum.
Tað er ein fyrimunur, at tú dugir og ert von/vanur við at arbeiða við teldu.
Arbeiðstíðin er 25 tímar um
vikuna og má væntast at verða, tá handlilin er opin.
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið í lønarflokki 2.
Umsókn tín skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 22. november 2019 og skal sendast við telduposti til kmj@rusan.fo
Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Harriet Hjelm Joensen handilsleiðara Drelnesi á harriet@rusan.fo ella tlf. 290403
Facebook viðmerkingar