Fólkaheilsuráðið fegnast um frítíðarkortið, sum Runavíkar Kommuna var fyrsta føroyska kommunan at deila út til sínar ungu borgarar
Runavíkar og Nes Kommuna hava nú avgjørt at veita sínum ungu borgarum eitt frítíðarkort, sum gevur teimum betri møguleikar fyri frítíðarvirksemi av alskyns slag. Skipanin er kend úr Íslandi, har royndirnar tykjast vera sera góðar, tá ið talan er um fyribyrgjandi arbeiði á heilsuøkinum. Tí er gleðiligt, at føroyskar kommunur nú taka ein meira virknan lut í at tryggja øllum atgongd til ein sunnan og mennandi frítíðarfelagsskap. “At øll børn og ung fáa javnbjóðis fyritreytir at taka lut í frítðiðarvirksemi og gerast partur av einum sterkum, sosialum og sunnum felagsskapi, er heilt avgerandi í sambandi við fyribyrgjandi arbeiði fólkaheilsuni at frama”, sigur Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum. At styrkja um møguleikarnar hjá fleiri at gerast partur av felagsskapinum, sum frítíðarfeløgini veita, er eisini í tráð við grundreglurnar í verkætlanini ABC fyri sálarliga heilsu, sum Fólkaheilsuráðið hevur arbeitt við seinastu árini. “Flestu frítíðartilboðini eru kommunal ábyrgdarøki, tí kommunurnar eiga vøllir, hallir og bygningar, har hetta virksemið fer fram, og tí eiga kommunurnar eisini at tryggja, at allir borgar hava javnbjóðis møguleikar fyri at taka lut í frítíðarvirksemi, sum passar til teirra”, sigur Magni Mohr. Runavíkar Kommuna hevur nú víst vegin fyri hinar kommunurnar, og vónandi fara aðrar kommunur at veita sínum ungu borgarum somu fyritreytir fyri einum ríkum og fjølbroyttum frítíðarlívi.
Fólkaheilsuráðið
Facebook viðmerkingar