Tvøroyrar býráð hevur arbeitt við fíggjarætlani fyri 2020 í 2 dagar. Javnaðarflokkurin, sum hevur meirilutan, hevði frammanundan tosað um frálíka hugskotið, sum Runavíkar kommuna kunngjørdi í seinastu viku, at tey fara at seta í verk 1. januar 2020. Upprunaliga stavar hugskotið úr Íslandi, har tað eitur “Frístundakortið”. Skipanin er roynd í nøkur ár í m.ø. Reykjavík við góðum úrsliti.
Vit eru sera glað fyri at kunna tykkum um, at vit í Javnaðarflokkinum eru samd um at seta hetta í verk í Tvøroyrar kommunu 1. januar 2020. Við hesum vilja vit stuðla undir gerandisdagin hjá barnafamiljum og teimum, sum hava trengri kor enn onnur, so øll børn og ung í Tvøroyrar kommunu sleppa framat frítíðartilboðum, sum vit hava innan ítrótt og mentan annars. Øll skulu hava somu møguleikar.
Á fíggjarætlanini hava vit sett 2000 kr. til eitt ognarkort til hvønn borgara millum 0 – 17 ár. Børn og ung ráða sjálvi fyri, hvussu kortið verður brúkt eftir teirra egna áhuga.
Facebook viðmerkingar