Lat okkum hava tað mál, at ongin álvarslig vanlukka av eldi skal verða, nú tað stundar til jóla og nýggjárið er í nánd.
Ongin ivi er um, at vit kunnu ØLL hjálpast at, við at stuðla undir at skaði ikki stendst av eldi – nú høgtíðin stundar til.
Vit kunnu nevna nøkur dømi, sum vit skulu hava í huga: (Prentið hesa vegleiðing út og lesið hana saman í húskinum – bæði vaksin og børn!!!)
- Tryggjað tykkum væl við roykvarnarum, og skiftið battaríir í verandi varnarum – 1. desember á hvørjum ári.
- Havið í minsta lagi ein eldsløkkjara á høgligum stað og tryggið tykkum, at hesin er í lagi.
- Havið eitt brandteppi á høgligum stað.
- Havið eina hondlykt – t.d. har tit velja at hava eldsløkkjara og brandteppið hangandi.
- Leggið eina ætlan fyri, hvørja rímingarleið tit eiga at velja.
- Farið ongantíð út frá brennandi kertuljósum.
- Latið ongantíð smábørn vera einsamøll við kertuljósum.
- Nýtið altíð eldfastar stakar.
- Tað er skilagott, at hava eina kannu við vatni, har kertuljós o.a. eru tendraði.
GEVIÐ GÆTUR!!
- Ansað VÆL eftir, at vatn ikki stoytt á grýtu við feitti, tí so hendir ein sokallað dampeksplosión, og eldurin verður tveittur um alt rúmið og á menniskju, sum eru í nánd.
- Takið endiliga ikki grýtuna av komfýrinum.
- Køvið við einum loki ella brandteppi og skrúva niður fyri hitanum.
- Er eldur komin upp undir eymhettuna, má ein tryggjað sær, at eldurin ikki er farin víðari.
FÝRVERK!!
- Farið ongantíð undir heimagjørt fýrverk – t.d. rørbumbur o.a.
- Ikki ganga við fýrverki uppi á tær.
- Nýt trygdarbrillur!
Tilvildarlig mynd
Facebook viðmerkingar