Sirið Stenberg spyr um serskipan fyri eldraøkið í Suðuroy

Munnligur fyrispurningur til Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir landsstýriskvinnu í almannamálum um eldrarøktina í Suðuroynni

1 Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakra serskipan fyri Suðuroynna, líknandi tí sum er gjørd er fyri Sandoynna soleiðis, at økið fær størri fígging at røkja tænastuna til borgarirnar á nøktandi hátt ?

2 Ella hevur landsstýriskvinnan aðra ítøkiliga ætlan at hjálpa Bú og heimatænastuni í Suðuroynni ?

3 Hvørja støðu hevur landsstýriskvinnan til, at stýrið fyri Bú og Heimatænastuna í Suðuroynni hevur víst á, at tey ikki megna at røkja sínar skyldur á eldraøkinum ?

Viðmerking

Í longri tíð hevur Bú og heimatænastan í Suðuroynni víst á, at tey ikki megna at røkja sínar skyldur á eldraøkinum við tí afturbering, sum økið fær frá landinum. Kommunurnar eru millum tær, sum hava lægst inntøkur og fleiri av teimum hava víst á, at tær ikki megna at rinda meira enn afturberingin frá landinum er. Tìskil fáa borgarir í økinum ikki nøktandi tænastu í dag.

Skulu vit ikki koma heilt av leið við A og B borgarum og stórum ójavnað millum økini í landinum mugu munagóð átøk gerast fyri Suðuroynna. Tí hesir spurningar til landsstýriskvinnuna fyri at fáa greiðu á hvussu hon hugsar sær eina loysn á málinum.

Sirið Stenberg

Tjóðveldi

Facebook viðmerkingar