Við tað at Jákup Joensen og Gudmund Poulsen vunnu 34. umfar í sjavs, hava teir báðir eisini styrkt um støðuna í oddinum í sjavskappingini.
Jákup og Gudmund hava nú 38 stig hvør í oddinum í sjavskappingini, 6 stig fleiri enn tey næstu. Sí eisini støðuna í sjavskappingini her.
Úrslitið av 34. umfari í sjavskappingini var hetta:
Nr. 1. Jákup Joensen og Gudmund Poulsen, 4 stig
Nr. 2. Elna Poulsen og Torgerð í Lágabø, 3 stig
Nr. 3. Guðrun Hermansen og Jónbjørg Ziskasen, 2 stig
Nr. 4. Kathrina Borgardal og John Nilssen, 1 stig.
Næsta sjavskapping verður í kvøld, tórskavøldið 21. nov kl. 18.30 vesturi í VB-húsinum
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Facebook viðmerkingar