Ókeypis fyrilestur í Miðlatúni: Luftin vit anda í okkum

Í samstarvi við Aarhus Universitet verður skipað fyri fyrilestrum í Miðlatúni. Fyrilestrarnir verða sendir beinleiðis úr Søauditorierne í Aarhus, og kunnu ikki stroymast aðrastaðir á Internetinum, og verða heldur ikki lagdir út alment aftaná. Tískil er einasti møguleiki at uppliva fyrilestrarnar beinleiðis hjá góðkendum verti, eitt nú hjá okkum í Miðlatúni, í Løkshøll / Bókasavninum við Løkin, í SALT og NLH.

Talan er um náttúruvísindaligar og heilsufakligar fyrilestrar; uppleggið er, at ein og hvør skal kunna fáa okkurt burturúr. Beinleiðis samband er við fyrilestrahaldaran, og møguleiki er at seta spurningar via SMS ella Twitter og fáa svar.

Yvirskrift: Luften vi indånder
Fyrilesturhaldari: lektor i analyse- og atmosfærekemi Marianne Glasius, Institut for Kemi, Aarhus Universitet og professor i miljømedicin Torben Sigsgaard, Institut for Folkesundhed, Aarhus Universitet
Mál: Danskt
Kostnaður: Ókeypis atgongd
Í steðginum verður ókeypis drekkamunnur.

Um fyrilesturin skrivar Aarhus Universitet:
Luft er ikke det rene luft. Skadelige partikler og gasser i atmosfæren påvirker vores helbred og gør mange syge. Hør en kemiker og en læge fortælle om kilder til luftforurening og hvordan forskellige stoffer indvirker på vores miljø, klima og helbred.

Facebook viðmerkingar