Susvim hevur fingið nýggjan høvuðsvenjara, tað er 35 ára gamli ungarin Balasz Sasvari. Vit hava biðið hann siga nøkur orð um seg sjálvan.
Eg eri uppvaksin í Ungarn, har øll í familjuni svumu. Báðir beiggjarnir hjá mær svumu, og pápi okkara var høvuðs venjari hjá okkara felag, og tað er hann framvegis. Eg svam kapp í 18 ár, eg byrjaði sum 6 ára gamal, og eg svam við sama felag øll ár. Eg byrjaði at svimja Open Water kappingar, tá ið eg var 16 ára gamal, eg fann útav, at eg var betur til Open water enn í svimjihylinum. Tá eg gekk á universitetinum fokuseraði eg á Open Water svimjininga, og tá bleiv eg úttikin til landsliðið. Eg havi luttikið í tveimum EM Open Water, eg havi eisini verið við til fleiri World Cups, og Len Cups. Eg havi verið Ungarskur meistari fýra ferðir.
Ígjøgnum hesu árini bleiv eg útbúgvin sum Ítróttalærari (Bachelor), og eg tók eisini útbúgving sum svimjilærari og venjari. Aftaná Universitetið byrjaði eg at arbeiða í heimbygdini sum fulltíðar svimjilærari og venjari. Í 2009 fekk eg eitt tilboð um at sleppa til Egyptalands og byrja mína karrieru sum venjari. Eftir eitt ár í Egyptalandi flutti eg til Onglands, og skjótt aftaná gjørdist eg høvuðsvenjari fyri fyrstuferð. Eg búði í Onglandi í 9 ár. Í hesum tíðarskeiði var eg høvuðsvenjari hjá tveimum feløgum. Eg havi vant nógvar svimjarar til regionalt og nationalt støði, og mínir bestu svimjarar hava vunnið landsmedaljur og svomið á altjóða støði.
Eg helt áfram við mínari útbúgving í Onglandi, har eg fekk prógv sum ein stig 3 svimjivenjari, og eisini sum Fitness intruktør.
Aftaná ein langan stegð í Onglandi, helt eg, at eg trongdi til eina broyting, og tí tók eg av hesum sera spennandi tilboði um at venja SuSvim. Eg vóni, at eg fari at megna at fáa SuSvim upp á tað næsta støði!
Susvim ynskir Balasz vælkomnum og bestu ynskir framyvir.
Facebook viðmerkingar