Adventshugni í Meinigheitshúsinum í kl. 17.00

Meinigheitshúsið í Vági bjóðar í dag til adventshugna kl. 17.00

Seinastu árini hevur Meinigheitshúsið altíð havt tiltak 1. desembur ella dagarnar rundanum, har børn og vaksin eru saman um jólasøgu, sangir, og annað.

Í dag 1. sunnudag í advent, verða øll boðin vælkomin til hetta tiltak, ið byrjar kl 17.00, og tískil verður ikki sunnudagsskúli ella møti, men bert hetta eina tiltakið ídag.

Hjartaliga vælkomin øll, við ella uttan børn.

Meinigheitshúsið

Facebook viðmerkingar