2. desember fara vit at tendra jólatrøini í Hvalbiar Kommunu
Skráin fyri dagin er hendan:
16:30 Jólatræið í Nesi verður tendrað, Frelsunarherurin luttekur.
17:30 Jólatræið á Skúlastykkinum verður tendrað, Frelsunarherurin og hornorkestrið luttaka. Eisini koma jólamenninir á vitjan.
Eftir at træið á Skúlastykkinum er tendrað, eru øll vælkomin í Roynhøllina, har borðreitt verður við bollum og kakao.
18:30 Jólatræið í Sandvík verður tendrað, Frelsunarherurin og hornorkestrið luttaka. Eisini koma jólamenninir á vitjan.
Eftir at træið í Sandvík er tendrað, eru øll vælkomin í Ranhøll, har borðreitt verður við bollum og kakao.
Facebook viðmerkingar